Risin á Leittrabergi

21.12.2013
Janus B. Kamban skipar Risan á Leittrabergi saman við Dansifelagnum í Havn. Upptøkan er gjørd í Hornahúsunum av SvF í 2004. Trýstið á "undirtekstir" fyri at fáa tekstin. Hetta er eitt brot av kvæðinum - alt kvæðið finst á fløguni "Føroyskur Dansur, 4", sum plátufelagið TUTL hevur útgivið. Risin á Leittrabergi siglur til Holmgarðar, har hann ætlar at hevna faðir sín, ið Sjúrður Sigmundarson hevur dripið. Sjúrður roynir fyrst við blíðum, men tá ið tað ikki ber til verður herviligur bardagi. Javnt gongur á, men so tekur Sjúrður til at ríða dyst, og í tveimum atriðum eydnast honum at drepa risan. Í dansitíðini skipar Dansifelagið í Havn vanliga fyri barnadansi í Norðurlandahúsinum fríggjakvøld kl. 20.00, og vanligum dansi í Hornahúsunum, kl. 22.00. Sí nærri á http://www.facebook.com/danshavn ella http://www.danshavn.org Janus B. Kamban is the lead singer of Risin á Leittrabergi (the Giant of Leittraberg) together with Dansifelagið í Havn (the Faroese Chain Dance Association in Tórshavn). The recording was made by SvF (the Faroese Broadcasting) in 2004. Click on subtitles for the text. This is a part of the ballad - the full ballad is on the CD "Føroyskur Dansur, 4" published by TUTL. The Giant of Leittraberg sailed to Holm Farm, where he intended to revenge his father, who had been killed by Sjúrður Sigmundarson. Sjúrður first tried to counter his scheme with kindness, but when this failed to stop thhe advances of the Giant, Sjúrður launched into ferocious battle. They both fought equally, but then Sjúrður mounted his steed to joust and in two attacks, killed the giant.

Похожие видео

Показать еще